VINDEYGAVASK

Tørvar tykkum vindeygavask/rútavask?

Vit bjóða okkum fram at vaska vindeyguni hjá fyritøkum.

Styrki okkara er serliga vindeygavask á stórum og høgum glasfasadum. Vit vaska við serligari útgerð, sum vaskar við ultra reinum vatni heilt upp í 16 metra hædd. Tað er tað sama sum 5 hæddir.

Høvuðsøkið hjá okkum er suðurstreymoy, men vit koyra um alt landið um neyðugt.

Vit vaska vindeygu við ultra reinum vatni. Vatnið í kranunum í Føroyum inniheldur 50-100 gramm av óreinsku fyri hvørjar túsund litrar. Hjá Vindeygavask.fo reinsa vit vatnið við Reverse Osmosis-tøkni, so eingin óreinska er eftir, og tí verður vatnið ultra reint. Sostatt verður vatnið aggressivt og vaskar eins væl og sápuvatn, men uttan at brúka nakra sápu yvirhøvur. Vit hugsa soleiðis um umhvørvið, tí tað einasta, ið vit sletta í vøkru føroysku náttúruni er, ja, reint vatn!

Av tí at eingin sápa situr eftir á glasinum eru vindeyguni eisini rein í longri tíð.

Vit hugsa eisini um trygdina og nýta ikki stiga meir enn neyðugt, men brúka eina langa stong og bust í staðin.

Henda tøknin er serliga væl egnað til stór og høg vindeygu. Vit røkka heilt upp í 4.- 5. hædd.

Bið um eitt ókeypis tilboð upp á vindeygavask/rútavask